Nothing Special   »   [go: up one dir, main page]

Jump to content

Robert Baden-Powell

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Baden-Powell

Robert Stephenson Smyth Baden-Powell (føddur sum Robert Stephenson Smyth Powell 22. februar 1857, deyður 8. januar 1941) var ein bretsk hermaður og rithøvundur, sum millum annað stovnaði skótarørsluna.

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Robert Baden-Powell var virkin sum heryvirmaður í bretska herinum í India og Afrika frá 1876 til 1910. Sum bert 19 ára gamal gjørdist hann yvirmaður í 13. Husarregimenti í India í 1876. Í 1896 vendi hann aftur til Afrika, har hann luttók í Matabelekrígginum (Simbabvi) og Ashanti-herferðini (Gana). Hann skipaði verjuna í Mafeking í Boarakrígginum (1899-1902) í Suðurafrika, og gjørdist hann heimsgitin av hesum. Eisini skipaði hann suðurafrikansku ríðandi løgregluna, og gjørdist generalinspektørur í 1903.

Tá ið hann kom aftur til Onglands, vildi hann læra dreingir at vera sjálvbjargnir, sum er endamálið við skótarøsluni. Robert Baden-Powell stovnaði skótarørsluna á Brownsea-oynni í Dorset tann 1. august 1907. Fyrsta altjóða Jamboree varð hildin í Onglandi í 1920. Har varð Robert Baden-Powell útnevndur til alheims skótaovasta.

Hann giftist við Olave Baden-Powell (fødd St Clair Soames) í 1912. Hon gjørdist seinni ovasti hjá gentuskótunum og var áhugað í skótaarbeiðinum. Í 1939 fluttu hjúnini Baden-Powell úr Onglandi til Nyeri í Kenja. Robert Baden-Powell andaðist 8. januar 1941 og varð jarðaður í Kenja. Hann hevði búð og verið í kríggi í Afrika so stóran part av lívinum, at hann valdi at jarðast har.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið