Franskt mál
Franskt er móðurmál hjá umleið 64,8 mill. fólkum, harav um 51 mill. í Fraklandi, um 6,7 mill. í Quebec í Kanada, um 4 mill. í Belgia og slakari 1,3 mill. í Sveis. Franskt er eitt av stóru heimsmálunum. Franskt er eisini eitt av høvuðsmálunum, tá ið tað snýr seg um evropeiska søgu, mentan og nútíðar viðurskifti. Harumframt eru mong lond og øki um allan heim, har franskt er høvuðsmál ella eitt av høvuðsmálunum. Franskt er av tí romansku greinini, sum hevur ment seg úr latíni, sum er eitt sonevnt italiskt mál.
Franskt Français | ||
---|---|---|
Tosað í: | Frakland; Algeria, Andorra, Belgia, Benin, Burkina Faso, Burundi, Kanada, Djibuti, Ekvatorguinea, Fílabeinsstrondin, Franska Gujana, Franska Polynesia, Gabon, Guadeloupe, Guinea, Haiti, Italia, Kamerun, Komoroyggjar, Kongo, Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo, Libanon, Louisiana, Luksemborg, Madagaskar, Mali, Martinique, Móritius, Mayotte, Monako, Niger, Ný-Kaledonia, Réunion, Ruanda, Saint-Pierre og Miquelon, Senegal, Miðafrikalýðveldið, Seyskelloyggjar, Sveis, Togo, Kjad, Tunesia, Stóra Bretland, Vanuatu, Wallis og Futuna | |
Tosandi íalt: | 64 858 311 | |
Málætt: | Indoevropeiskt Italskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | fr | |
ISO 639-2: | fre (B)
fra (T) | |
ISO 639-3: | fra
. |