Ekvatorguinea
| |||
Tjóðarslagorð: Unidad, Paz, Justicia (føroyskt: Semja, Friður, Rættvísi) | |||
Tjóðsangur: Caminemos pisando la senda | |||
Alment mál | Spanskt, Franskt og Portugisiskt | ||
Høvuðsstaður | Malabo | ||
Forseti | Teodoro Obiang Nguema | ||
Løgmaður | Manuel Osa Nsue Nsua | ||
Fullveldi | 12. oktober 1968 (frá Spania) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
28,051 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2005 - tættleiki |
504 000 18/km² | ||
Gjaldoyra | CFA frankur (XAF) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .gq | ||
Telefonkota | +240
| ||
Ekvatorguinea (spanskt: República de Guinea Ecuatorial, franskt: République de Guinée équatoriale, portugisiskt: República da Guiné Equatorial) ella Lýðveldið Ekvatorguinea er eitt lítið land í Vesturafrika. Eitt av teimum minstu. Ekvatorguinea hevur mark við Gabon og Kamerun. Londinum hevur uml. 500 000 íbúgvar.
Forsetahjúnini í Ekvatorguinea eita Teodoro Obiang Nguema og Constancia Mangue de Obiang, og umrøddi sonur teirra er Teodorin Obiang, sum verður mettur at skula taka yvir, tá hin gamli ikki orkar at stýra longur. Teodoro Obiang Nguema tók ræði í landinum eftir blóðugt kvett í 1979 og síðan hevur stjørnað landinum við harðari hond. Hann hevur fingið atgongd til størt ríkidømi, tí oljuídnaður við landið hevur givið nógv av sær.
Navnauppruni
rættaLandið eitur eftir miðkringi, sum verður nevndur equator á fremmandum málum.
Søga
rættaFólkið í Ekvatorguinea hevur tolt nógv, og búskapurin hevur ligið í sori av harðræðisávum. Øll 1970-árunum stýrdi eirindaleysi einaræðisharrin Macias Nguema, men í 1990-árunum tók hóvligari stýri við valdinum. Hetta lítla, fagra landið - har eisini fimm oyggjar eru uppií, má nú stríðast til tess at fáa búskapin á føtur aftur.
Búskapur
rættaPinkulítla landið í Vestafrika gjørdist kent av umheiminum, tá ið olja í hampiliga stórum nøgdum varð funnin í landinum í 1995. Ríkidømið átti av røttum at verið stórt í slíkum landi, men alíkavæl má meginparturin av fólkinum í landinum liva fyri minni enn 5-10 krónur um dagin. Peningurin frá oljuríkidøminum fer í ávísan mun beint í lumman á Obiang Nguema, sum persónliga er góður fyri fleiri milliardir (av landsins pengum). Peningurin stendur á konto uttanlands.
Landafrøði
rættaLýggja veðurlagið og fruktagóða gosøskujørðin í størstu oynni Bioko gera, at oyggin er væl egnað til landbúnað, men vegirnir eru fáir, og verkafólkið veit einki um nýggjar dyrkingarhættir. Mesta lendið er lagt inn til kakaolundir, tískil er næstan eingin jørð eftir, har fólkið kann dyrka mat.
Landslutir
rættaLandslutur | Høvuðsstaður | |
1 | Annobón Province | San Antonio de Palé |
2 | Bioko Norte Province | Malabo |
3 | Bioko Sur Province | Luba |
4 | Centro Sur Province | Evinayong |
5 | Kié-Ntem Province | Ebebiyín |
6 | Litoral Province | Bata |
7 | Wele-Nzas Province | Mongomo |