Mýrisnípa
Mýrisnípa | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Mýrisnípan (frøðiheiti - Gallinago gallinago) er brún omaná við fýra gulum teinum eftir bakinum og einum á høvdinum. Nevið hevur hon longri upp á seg enn nakar annar fuglur, ið vit vita um. Víða um Føroyar verður hon nevnd mirusnípa, men betra navnið man tó vera mýrisnípa, tí mest heldur hon seg á mýrum og øðrum bleytlendi. Har situr hon væl fjald í tí síða grasinum og lættir sær ikki á, fyrr enn fólk kemur tætt at henni. Tá sker hon í eitt »kjett«, í tí hon rýkur upp, og flýgur so undan, snittandi til viks. Hon er spakur fuglur, og har sum ongar kettur eru, eigur hon ofta nær húsum. Fyrra partin á sumri í góðum veðri og mest á kvøldi síggja og hoyra vit ofta teirra vakra leik í lofti. »Kipp kipp kipp« láta tær, meðan tær hevja seg høgt, høgt upp í loft. So við eitt stoyta tær sær á høvdið, og við útspílaðum veli og hálvkreptum veingjum fara tær á skák niðureftir.
Tá ið tær hava fingið góða ferð, hoyrist eitt hart »burrurrurr« ljóða úr velfjøðrunum — og kanska eisini úr veingjarfjøðrunum? Komnar nakað niður steðga tær ferðini, skera í »kipp kipp« og ringja seg upp aftur. So »burrurrurr« niður. Stundum stoyta tær sær so flatt niður, at ferðin verður lítil; tá hoyrist einki »burr«. Leingi kunna tær stuttleika sær soleiðis. Eftir longsta dag gera tær minni av hesum leiki; tá hoyrast tær mest láta »jabbe jabbe jabbe jabb«.
Reiður við eggjum í eru at finna alt summarið, líka frá fyri halvarðsøku til eftir ólavsøku. Oftast eigur hon í mýrum og velur sær har ein bøkk við síðum grasi á. Stráini bendir hon aftur yvir reiðrið, so tað er sera ringt at finna. Tað veit hon væl og liggur tí í friði, til fólk er komið dygst at, og tá flýgur hon upp tigandi. Men tú mást ikki fara til reiðrið, tí áðrenn hálvklakt er, er hon avbara skjarlig og kann skjótt verða avrøkt. Kemur tú nær at, meðan eggini eru nógv ungað, hava summar ein sjaldsaman atburð. Tær flúgva av og tveita seg niður sum einar 3 favnar frá reiðrinum við bringuni móti jørð og við vítt útspílaðum veli upp í loft; tá sæst ein svartur blettur í tí — rætt sum eitt ilt eyga skuldi start at tær. Gongur tú nærri at henni, fer hon at hvæsa, nakað samaleiðis sum gás, ið heldur fólk koma sær ov nær, so tað er skilligt, at hon ger hetta til at ræða teg frá reiðrinum. Og hevur tú einar tvær ferðir tá farið henni so nær, at hon má flýggja undan, so roynir hon tað ikki aftur. Eggini eru 4, hendir seg 3, og tó at tey eru sjaldsama stór eftir fuglinum, fær hon væl vermt, tí hon leggur tey samaleiðis sum spógvin, og tey eru soleiðis skapað, at tá taka tey heilt lítið rúm. Eftir 18 døgum koma ungarnir út, og nú býta hjúnini teir oftast sundur, so at tey verma hvør sínar tveir. Teir eru sjaldsama vakrir, flekkutir av reyðbrúnum og bleikbrúnum og svartbrúnum; teir 4 gulu teinarnir eftir bakinum skiljast longu væl. Móti heysti koma tær ofta í gravir í bønum, og í myrkri hevur mangur verið kløkkur, tá ið ein snípa við einum hvøllum »kipp« flýgur upp dygst fyri fótinum á honum. Frá mikkjalsmessu og út um veturnætur fara tær at fækkast, flyta suður til Skotlands og summar helst longur. Nakrar verða eftir her allan veturin, men tær fjala seg so, at lítið sæst til tær uttan í kava. Tá leita tær til keldurnar at sløkkja tostan — tamar mýrisnípur sutla nógv vatn í seg — og kanska fáa tær eisini smákykt har í mosanum. Um summarmála koma tær, ið fóru, aftur.[1]
Slag
[rætta | rætta wikitekst]- Lymnocryptes minimus (Lítil mýrisnípa)
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Kelda
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.