Lyngjavni
Appearance
Lyngjavni (frøðiheiti Lycopodium annotinum) er ein planta. Lyngjavni er bert funnin einaferð í Føroyum. Meturlangur, krúpandi leggur við stívum, oddmjáum bløðum í fimm røðum. Á greinunum eru rødini 8. Øksini eru einslig á leggendanum, leggleys og mjærri enn sjálvar greinarnar, gulgrøn, men tey dimmast við aldurin. Lyngjavni er funnin í 1903 í Svínáum, men ikki við vissu síðani. Staðfest er, at lyngjavni (og reyð várhagasólja) eru útdeyð í Føroyum.[1]