Nothing Special   »   [go: up one dir, main page]

Jump to content

Eginteldur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Acer-fartelda.

Eginteldur ella PC-arar (úr enskum - Personal Computer ella PC) eru allastaðni. Á skrivstovum, í skúlum og heima. Egintelda er lítil, men nú á døgum ógvuliga evnalig. Hon er býtt í fýra - knappaborð at skriva við, minni at goyma upplýsingar og forrit á, ergeril, ið arbeiðir forrtitið, og skríggi, har ið vit síggja úrslitini.

Í einari eginteldu eru mong túsund smá elektrónisk rensl, men áðrenn hon kann arbeiða, skal hon fáa at vita, hvat ið hon skal gera - hon skal forritast. Tá ið forritið arbeiðir, virkar teldan, hon viðger tær upplýsingar, sum hon fær. Til dømis kann teldan vísa støðuna í einum spæli og spyrja, um spælarin skal til vinstru ella høgru í einari villiniborg. Talvur, tekstur og myndir kunnu eisini takast fram á skríggjan. Tá ið músin verður flutt, fer ein lítil pílur á skríggjanum sama veg. Soleiðis ber til at peika í tekstinum og geva boð ella flyta á myndunum. Knappaborðið er skipað sum á einari skrivimaskinu, men teldan hevur eykaknappar til serlig boð.

Eftir 2. heimskríggið læt verjumálaráðið í USA fyrstu stóru, elektrónisku telduna byggja. Tá vóru teldurnar ovurstórar. Nú hava farkleivir og erflísar (chipar) gjørt teldurnar sterkari og minni.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið