Alblasserdam
Appearance
Flagg | |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Niðurlond |
Vídd: | 9,96 km² |
Íbúgvar (2014): | 19 802 |
fyri km²: | 1 988/km² |
Tíðarzona: | UTC +1 |
Heimasíða: | alblasserdam.nl |
Alblasserdam er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum og liggur í landslutinum Zuid-Holland. Ein partur av lítlu bygdini Kinderdijk, ið hevur tað størsta tali av vindmyllum í Niðurlondum, liggur í kommuni.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Býurin Alblasserdam varð fyrstu ferð nevndur í Melis Stoke krønikunum í 1299, kommunan varð tó ikki stovnað fyrr enn í 1447. Áðrenn tað var býurin partur av Oud-Alblas.