Nothing Special   »   [go: up one dir, main page]

Jump to content

A vitamin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

A vitamin er ein feittloysilig vitamin sum er neyðug fyri sjón, immunskipan, nøring, slímhinnu og vøkstur. Stórt trot av A vitaminum kann føra til infektión, náttarblindleika og blindleika.

Týdningarmestu sløg av A vitaminum eru retinol, retinal og retinsýra, sum fáast frá djórum, og karotenir, sum fáast frá plantum.

Óbrúktar A vitaminir kunnu varðveitast í livur og feittvevna til seinni nýtslu. Av tí at A vitaminir eru lutfalsliga leingi í kroppinum er ikki neyðugt at tær verða etnar hvønn dag, t.d. kann tørvurin verða nøktaður við at eta livur eina ferð um vikuna.

Týdningur

[rætta | rætta wikitekst]

A vitaminir eru týdningarmiklar fyri sjónina. Tær verða nýttar til framleiðslu av einum litevni í nethinnuni (sjónarpurpur), sum er neyðugt fyri at kunna síggja í dimmun ljósi. Sjónarpurpur verður virki tá ljósið rakar nethinnuna, sum síðani, gjøgnum nervaleiðina, skapar eitt elektriskt signal til heilan og verður til eina mynd.

Umframt hetta hava A vitaminir týdning fyri vøkstur, framleiðslu av nýggjum sáðkyknum, smakksansin, immunskipanina og mótstøðuføri móti bakteriuinfektiónum.

Eisini hava A vitaminir týdning fyri regulering av genum, og tí eisini fyri hvussu fostur útvikla síni organ.

Í kostinum

[rætta | rætta wikitekst]

A vitaminir (retinol) fáa vit t.d. frá livur, fisk og egg, og A vitaminir (karotenir) fáa vit t.d. frá gularøtum, spinat, grønkál, abrikosum og melónum.

Í Danmark er tað sera sjáldsamt at fólk hava mangul uppá A vitaminir. Harafturímóti fáa summi ov nógvar A vitaminir, serliga gjøgnum ein feittríkan kost við nógv livur.

Ov nógv A vitamin er skaðiligt og um kvinna er við barn, veksur hetta um vandan fyri avskapan av fostrinum. Kvinnur sum eru við barn ella geva bróst verða tí tilmæltar ikki at eta livur.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið