Nothing Special   »   [go: up one dir, main page]

Jump to content

Chuck Berry

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Chuck Berry í Evropa í 1987.
Chuck Berry, You can't catch me, 1956.

Charles Edward Anderson "Chuck" Berry (føddur 18. oktober 1926 í St. Louis, Missouri, deyður 18. mars 2017) var ein amerikanskur rock & roll tónleikari, sangari og gittarleikari. Gjøgnumbrotið kom í 1955 við "Maybellene", og seinni komu fleiri rock & roll løg, ið eru farin beinleiðis í rocksøguna, og sum eru millum fyrstu spírarnar innan hetta tónleikaslag.Millum hansara kendastu sangir eru "Maybellene" (1955), "Roll Over Beethoven" (1956), "Rock and Roll Music" (1957) og "Johnny B. Goode" (1958). Johnny B. Goode er m.a. kent frá amerikanska science fiction-filminum Back to the Future. Berry er føddur tann 18. oktober 1926 í Missouri og var millum fyrstu tónleikararnar í Rock and Roll Hall of Fame. Hann var við at byrja rock'n'roll-tónleikin. Í 1950-árunum og 60-árunum rindaði hann stórar kausjónir fyri at sleppa undan fongsulsrevsing fyri millum annað stuldur, at hava marihuana og eitt umfatandi mál, har hann var ákærdur fyri at hava filmað ves-vitjanir hjá fleiri hundrað kvinnum. Frá 1959 til 1962 sat hann í fongsli fyri at hava havt kynsligt samband við eina ómyndiga gentu.

Hann stuðlaði Barack Obama (D) í 2008. Berry hevur sagt alment, at tað er stórt, at ein kann velja ein littan mann uttan nakran ampa. Hetta er ein "góð løta, ið allir íbúgvarnir í hesum landi skulu vera ernir av - ikki bara tey svørtu, men allir amerikanarar," segði hann við The Independent [1].

  1. http://www.independent.co.uk/news/world/americas/no-johnny-no-chuck-berry-joins-chorus-of-musicians-snubbing-mccains-campaign-844215.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið