Evnasambinding
Appearance
Ein evnasambinding er eitt evni, ið er samansett av fleiri ymiskum atomum við eini evnafrøðisligari binding. Tað er evnafrøðisliga bindingin sum ger av, hvat fyri slag av sambinding vit hava við at gera. Um atomini hanga saman við eini kovalentari binding so hava vit eitt mýl. Um atomini hanga saman við eini ionbinding, so hava vit antin eitt salt, eina sýru ella ein basa.