Nothing Special   »   [go: up one dir, main page]

Sikhisma er ein heimsátrúnaður úr Punjab í Norðurindia. Stovnarin var Guru Nanak, føddur í 1469. Hann var sonur ein hindu, men dámdi ikki trúnna á nógvar gudar og heldur ikki kastuskipanina. Guru Nanak var hugtikin av, at islam lærdi, at øll eru eins. Tá hetta bert var galdandi fyri muslimar, gjørdi hann av at seta á stovn ein átrúnað, sum bygdi á, at bert ein gud er til, Vaheguru, og at fyri honum eru øll eins uttan mun til átrúnað, húðarlit og kyn. Níggju aðrir guruar tóku við eftir Nanak og mentu sikhismuna. Halga bók teirra er Adi Granth. Mong sikhisk mannfólk hava vavhúgvu, turban, um høvdið sum tekin um reinleika. Sikhisma og hinduisma góðtaka hvørja aðra, eins væl og tær góðtaka kristindóm, jødadóm og islam. Tíggjundi og seinasti lærumeistarin, Gobind Rai (1675-1708), gav nógvum sikhum sama eftirnavn: Singh. Hann bað eisini allar sikhar bera vápn. Hvør maður skuldi hava slíðraknív og kamb upp í sær, og teir máttu aldri klippa sær hárið.

Størsti halgidómur teirra er Gylta Templið í Punjab, India.

Sikhisma hevur ikki breitt seg um heimin, sum eitt nú t.d. islam hevur. Tað ræður ikki um at breiða sikhismu út. Flyta sikhar til onnur lond, dyrka teir sín átrúnað og sína mentan á sama hátt sum heima, í tann mun, tað ber til. Sikhisma telur eini 30 mió. fólk, har tey festu búgva í Norðurindia [1]. Nøkur fá eru búðsitandi aðrastaðni í heiminum, eitt nú í USA (uml. 750 000) og í Kanada (uml. 470 000) [2]. 90 % av teimum býr í India [3].

Keldur

rætta
  1. http://www.washingtonpost.com/national/on-faith/sikhism-what-do-you-know-about-it/2012/08/06/19131ef6-dff1-11e1-8fc5-a7dcf1fc161d_gallery.html
  2. "Archive copy". http://www40.statcan.gc.ca/cbin/ze/w40re.cgi/l01/cst01/demo30a-eng.htm. Heintað 2013-05-11. 
  3. http://www.censusindia.gov.in/
Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið