Javnaðarflokkurin
Javnaðarflokkurin varð stovnaður 25. september 1925. Flokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur á Løgtingi.
Javnaðarflokkurin | |
---|---|
Formaður | Aksel V. Johannesen |
Stovnaður | 25. september 1925 |
Høvuðsskrivstova | Tórshavn, Føroyar |
Ungdómsvongur | Sosialistisk Ung |
Ideologi |
Sosialdemokrati[1] Danska unionisma[1] |
Politisk støða | Mið-vinstra |
Lokalt tilknýti | Socialdemokraterne |
Altjóða tilknýti | Onki |
Evropeiskt tilknýti | Onki |
Norðurlendskt tilknýti | SAMAK |
Litir | Reytt |
Løgting |
7 / 33 |
Fólkatingið (Føroyskir sessir) |
1 / 2 |
Heimasíða | |
http://www.j.fo/ |
Javnaðarflokkurin átti inntil 2006 tíðindablaðið Sosialin. Blaðið varð selt til P/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvsfólk á blaðnum eiga. Síðani hevur P/F Miðlafelagið selt ein triðing av blaðnum til Føroya Tele.
Flokkurin broytti í 2010 navn frá Føroya Javnaðarflokkur til Javnaðarflokkurin.
Søga Føroya Javnaðarfloks
rættaFøroyski Javnaðarflokkurin varð grundaður í 1925.
Í høvuðsheitum vóru tað teir somu, sum frammanundan høvdu lagt lunnar undir Socialistisk Ungdomsforbund (SUF) og Thorshavn Arbejderforening, ið tóku stig til at stovna flokkin. Tað er eisini mangt, sum bendir á, at gott samband var við danska Javnaðarflokkin, meðan fyrireikingarnar til floksstovnanina fóru fram.
25. september 1925 varð Suðurstreymoyar Javnaðarfelag stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag úti í Tinganesi. M. S. Viðstein gjørdist fyrsti formaður.
Nakrar mánaðir seinni stovnaðu fólk á Tvøroyri felagið Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag. Petur Mohr Dam var ein av høvuðsforsprákarunum.
Í báðum førum eru tað somu fólk, sum vóru við til at stovna fakrørsluna her á landi, sum eisini gingu á odda at stovna javnaðarfeløgini.
Sum kunnugt var Petur Mohr Dam lærari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri Enigheden, har hann óløntur starvaðist tað mesta av ævi síni.
Í 1926 gingu bæði javnaðarfeløgini saman um at stovna Føroya Javnaðarflokk við egnari politiskari skrá, sum í høvuðsheitum fylgdi hinum norðurlendsku javnaðarskráunum. Men henda skrá varð víðkað við 11 punktum, sum vóru um serføroysk mál. Týdningarmestu av hesum 11 punktunum vóru krøvini um nýggja og fólkaræðisliga útbúgvingarskipan, ein almennan fiskivinnubanka, umfatandi almannaverk, útstykking av almennari jørð til fæloysingar og almannager av stórhvalaveiðini.
Til løgtingsvalið 1928 stillaði Javnaðarflokkurin upp fyrstu ferð. Men til fólkatingsvalið frammanunadan stillaði M. S. Viðstein upp móti tí frammanundan trygga valevni Sambandsfloksins Andrassi Samuelsen. M.S. Viðstein gav Sambandsflokkinum veruliga kapping.
Tann 23. januar 1928 fekk Javnaðarflokkurin 671 atkvøður um alt landið t.e. 10, 6% av atkvøðunum og tvey umboð á ting nevniliga Petur Mohr Dam av Tvøroyri og M. S. Viðstein úr Tórshavn.
Fyrstu árini vóru merkt av tætta samstarvinum millum flokkin og fakfelagsrørsluna, og tað eyðkendi eisini politikk floksins á tingi. Hetta sást aftur í uppskotum um tjóðartøkur, arbeiðsloysistuðul, almannaskipanir, broyting í jarðarviðurskiftunum og uppskotum um nýggja og øðrvísi skúlaskipan. Men við tí stóru borgarligu yvirvág, sum var í tinginum, hevði flokkurin smáar møguleikar at fáa ávirkan á førda politikkin. Men harafturímóti hevði politikkur Javnaðarfloksins á tingi stóra ávirkan á vanliga fólkið, sum livdi undir verri og verri korum øll tríatiárini. Flokkurin fekk eisini stóra framgongd til valið 1936, tá tað eydnaðist at fáa 6 limir valdar, 1 úr Eysturoy, 1 úr Suðurstreymoy, 1 úr Sandoy og 3 úr Suðuroy.
Tey fyrstu árini vóru ikki uttan innanhýsis trupulleikar. Flokkurin hevði ilt við at halda lív í floksblaðnum Føroya Social-Demokrat. Hugsjónarlig ósemja fór eisini at gera um seg millum ein part við M. S. Viðstein, sum vildi halla seg til 3. Internationala, og ein annan við Petur Mohr Dam á odda, sum vildi fylgja sjónarmiðunum hjá norðurlendsku arbeiðararørsluni. Hetta innanhýsisstríð hevði við sær, at M. S. Viðstein í 1936 fór úr flokkinum og úr politikki. Hann livdi restina av lívi sínum sum typografur og skald. Síðandi leiddi Petur Mohr Dam flokkin við myndugleika og dugnaskapi til deyða sín 8. november 1968.
Javnaðarflokkurin tók virkin lut í fyrireikingunum, sum førdu til Heimastýrislógina 1948. Javnaðarflokkurin tók av fullum huga undir við Heimastýrislógini og hevur virkað undir henni síðan. Flokkurin ásannar tó, at tíðin nú er komin at loysa Heimastýrislógina av við nýggja tíðarhóskandi lóg, Sjálvstýrislógina.
Javnaðarflokkurin luttók í fyrsta landsstýrinum eftir nýggju skipani, men fór úr landsstýrinum 1950, og aftaná at hava verið andstøðuflokkur í 8 ár eydnaðist tað at fáa eitt gott val 1958. Flokkurin fekk umboð í øllum valdømum uttan Norðstreymoy - tilsamans 8 - og gjørdist størsti flokkur. Petur Mohr Dam gjørdist løgmaður í samgonguni við Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Í tíðini eftir gjøgnumbrotið 1958 hevur Javnaðarflokkurin luttikið í øllum landsstýrum, uttan 1963-67, 1981-85, 1989-91 og 1996-04. Síðani valið í 2004 hevur Javnaðarflokkurin havt leiðsluna av samgonguni millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin er limur í Norðurlendsku Arbeiðararørslusamtakinum (SAMAK) og hevur møtirætt í Socialistisk International (SI).
SU, Sosialistiskt Ungmannafelag, varð stovnað í 1965. Tað er politiskt ungmannafelag við tilknýti til Javnaðarflokkin. SU er umboðað í leiðslu floksins á líkaføti við øll valfeløgini hjá flokkinum. SU stuðlar Javnaðarflokkin í flestu viðurskiftum, men hevur eisini havt serstøðu um serstøk politisk mál. SU er limur í FNSU, Sosialistisku Ungmannafeløgini Í Norðurlondum, og IUSY, Alheims Felagsskapurin Hjá Ungsosialistum.
Javnaðarflokkurin stovnaði blaðið Føroya Social Demokrat, sum kom út fyrstu ferð 24. mai 1927. Seinni bleiv hetta til tíðindablaðið Sosialurin, har millum blaðstjórarnar kunnu nevnast Vilhelm Johannesen og Jan Muller. Blaðið var ogn floksins heilt fram til 2006. Í hesum tíðarskeiðið gjørdist Sosialurin størsta tíðindablaðið í Føroyum. Nýtt felag myndað av blaðleiðslu, starvsfólkum og Føroya Tele yvirtóku Sosialin og reka hann í dag sum fjølmiðlafyritøkan Miðlahúsið.
Formenn
rættaJavnaðarløgmenn
rættaUmboð á Løgtingi
rætta2019–2023
rættaÁ løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Javnaðarflokkurin 7 tingfólk vald.[2]
- Aksel V. Johannesen
- Ingilín Didriksen Strøm
- Henrik Old
- Heðin Mortensen
- Djóni Nolsøe Joensen
- Jóhannis Joensen
- Bjarni Hammer
2015–2019
rættaNiðanfyri verða nevnd tey ið vóru vald inn fyri Javnaðarflokkin, eisini løgtingslimir ið seinni gjørdist leysgangarar ella fóru í annan flokk.
Navn | Atkvøður | Annað | Fastur avloysari fyri landsstýrisfólk |
---|---|---|---|
Aksel V. Johannesen | 2.405 | Floksformaður | Helena Dam á Neystabø |
Sonja Jógvansdóttir | 1.020 | Leysgangari frá 16. sep. 2015 | |
Eyðgunn Samuelsen | 427 | Jónleif Johannesen | |
Rigmor Dam | 393 | Kristianna Winther Poulsen | |
Heðin Mortensen | 392 | Borgarstjóri í Tórshavn | |
Kristin Michelsen | 387 | Borgarstjóri á Tvøroyri | |
Henrik Old | 302 | Djóni Nolsøe Joensen | |
Bjarni Hammer | 298 |
keldur:
- kvf.fo Archived 2015-10-21 at the Wayback Machine
- in.fo Archived 2016-03-09 at the Wayback Machine
Landsstýrisfólk 2015-2019
rættaNavn | Landsstýrissessur |
---|---|
Aksel V. Johannesen | Løgmaður |
Eyðgunn Samuelsen | Landsstýriskvinna í almannamálum |
Henrik Old | Landsstýrismaður í samferðlumálum |
Rigmor Dam | Landsstýriskvinna í mentamálum |
Sí eisini
rættaKeldur
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Føroya Javnaðarflokkur Archived 2006-09-03 at the Wayback Machine
- Frantisek Staud's Photo Gallery of The Faroe Islands
- Phtography of the Faroe Islands
- Phto Gallery of the Faroe Islands
A - Fólkaflokkurin ·
B - Sambandsflokkurin ·
C - Javnaðarflokkur ·
D - Sjálvstýri ·
E - Tjóðveldi
F - Framsókn ·
H - Miðflokkurin ·
K - Framtakið ·
L - Føroyaflokkurin ·