Nothing Special   »   [go: up one dir, main page]

República de Honduras
Tjóðveldið Honduras
Flagg Honduras
(Flagg Honduras)
Skjaldarmerki Honduras
(Skjaldarmerki Honduras)
Tjóðarslagorð: "Libre, Soberana e Independiente"
(føroyskt: "frí, fullveldi og sjálvbjargni")
Tjóðsangur: "Himno Nacional de Honduras"
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Tegicigalpa
Forseti Xiomara Casteo
Varaforseti Salvador Nasralla
Fullveldi 15. september 1821
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
112,492 km²
0.18 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2022
 - tættleiki
 
9,540,539
84.72/km²
Gjaldoyra Lempira (HNL)
Tíðarøki UTC -6
Økisnavn á alnetinum .hn
Telefonkota +504

Tjóðveldið Honduras (alment spanskt heiti: República de Honduras) er eitt land í Miðamerika. Honduras er 112,492 km² stórt (uml. 80 ferðir so stórt sum Føroyar), og fólkatalið er 8,598,561 í 2014. Honduras hevur verið heim hjá fleiri ymiskum og týdningarmiklum indiánarastammum, herundir Mayaindiánaranum. Summi av teimum fólkunum, ið nú búgva har, eru ættað úr upprunafólkinum. Men tey flestu (umleið 90 %) hava bæði evropeiskar og amerikanskar forfedrar - mestizar. Landið er kent fyri at framleiða og útflyta mineralir, kaffi, bananir, sukur og seinastu árini eisini klæðir til altjóða klædnavinnuna. Honduras er eitt av teimum fátækastu londunum í Latínamerika. Landið hevur stórar trupulleikar við bandarelateraðum harðskapi, og meira enn helvtin av øllum íbúgvunum liva í fátækradømi. Høvuðsstaðurin eitur Tegucigalpa.

Búskapur

rætta

Landbúnaður er týdningarmesti vinnuvegurin í Honduras. Bananútflutningurin er sera týdningarmikil fyri búskapin í Honduras. Bananir úr Honduras verða fluttar um allan heim. Mestu bananirnar verða dyrkaðar í ovurstórum lundum, helst við La Lima í Landnyrðingshonduras. Arbeiðsdagurin er langur og strevin, og fólkið fær lítla løn. Allan dagin bera tey, sum skera, banantyssi. Tyssini viga eini 40 kg. Tá ið bananirnar eru skornar, verða tær vaskaðar, flokkaðar, vigaðar og pakkaðar til útflutnings. Ríkir góðseigarar sita við tí mesta av jørðini, teir leiga so burturav til bøndurnar tað, sum teir ikki dyrka við sínum arbeiðsfólki. Lønin er lág, og korini hjá arbeiðsfólkinum og bóndunum eru trong.

Flestu fólkini í Honduras eru enn fátækir bøndur ella bønarfólk. Mong eru arbeiðsleys (nú á døgum er 27,9 % av fólkinum er arbeiðsleys [1]), og ofta er hungur og hall. Tað nógva av fólkinum dugir hvørki at skriva ella lesa. Veðurlagið í Honduras er lýtt og slavið, og tí verður nógv frukt dyrkað í landinum, og í mong ár hava bananir verið størsti og týdningarmesti vinnuvegur. Men nú er Honduras eisini farið at flyta út sukur, kaffi og kjøt. Mesta fólkið eru fátækir bøndur, sum dyrka bønir, mais og rís til egna nýtslu. Lívið er harðført, og hungur nívir mong fólk. Jørðin er ójavnt býtt, ríkar ættir og fruktfeløg eiga 60 % av jørðini [2].

Fólkið

rætta

Fleiri enn 8,5 mió. fólk búgva í Honduras, tey flestu á bygd ella í smáum býum. Meiri enn helvtin av fólkinum býr á bygd. Flestu tala spanskt ella okkurt indiánskt mál. Fólkið er blandað. Flestu fólk í Honduras eru mestitsar - fólk, ið eru ættað frá indiánum og evropearum, sum komu hagar í 16. øld. Eftirkomarar eftir afrikanarar, ið vórðu fluttir til Karibia sum trælir, eru eisini. Summi er evropear ella indiánar. Sum allastaðni í Latínamerika, har spaniólar komu, er fólkið katolikkar. Nógv tað mesta fólkið livir av landbúnaði.

Politikkur

rætta
 
Bananir eru størsta inntøkukeldan hjá Honduras. Men tað hevur eisini við sær, at landið er bundið at útlendskum fyritøkum.

Interamerikanska Mannarættindanevndin (stytt IACHR) hevur biðið myndugleikarnar í Honduras um at verja limir í MAO (stytting fyri Environmental Movement of Olancho). Myndugleikarnir hava tó ikki enn syrgt fyri hóskandi verju. Arbeiðið hjá MAO er blivið nógv avmarkað, tí limirnir hava verið noyddir at avmarka arbeiði teirra av ótta fyri álopum.

Í hesum árum verður sera nógv skóg feld í Honduras. Í Honduras er 35 % av skógunum blivnar burtur uppá bert 15 ár (1990 til 2005) [3]. Hetta ávirkar langtíðar livikorini hjá fólkinum á negativan hátt og skapar grundarlag fyri enn størri trupulleikum við fátækradømi. Orsøkin er, at nógv av teimum fátækastu eru tengd at, hvat tey kunnu finna í skóginum, bæði til inntøku og føði. Enn ein munandi forðing fyri betran av umhvørvinum er, at umhvørvismyndugleikarnir sum heild eru veikir. Myndugleikunum vanta lutvíst orku at handhevja politikk, ætlanir, lógir og sáttmálar, sum landið hevur samtykt, og lutvíst verður starv teirra gjørt truplari orsakað av vantandi rættartrygd og av mutri.

Landafrøði

rætta

Veðurlagið er heitt og slavið, plantur, trø og frumskógardjór trívast væl við blotarnar fram við strondini og í teim høgu fjøllunum. Veðurlagið er tropiskt, og tað regnar illa, tó ikki heilt úti við eysturstrondina. Har vaksa regnskógir, og teir dyrka til dømis sukur, kakao og bananir. Tað slavna, heita veðurlagið er ringt fyri heilsuna, og fepursjúkur eru sera vanligar. Inni á háfløtunum er veðurlagið turrari, og har býr mesta fólkið. Har dyrka teir eisini mais, og tað er tað mesta, tey liva við, teir dyrka eisini bummull og kakao, og har vesturi í landinum dyrka teir kaffi.

Landslutir

rætta
 
Á kortinum er Honduras býtt í 18 øki.

Honduras er býtt sundur í 18 landslutir.

  1. Atlántida
  2. Choluteca
  3. Colón
  4. Comayagua
  5. Copán
  6. Cortés
  7. El Paraíso
  8. Francisco Morazán
  9. Gracias a Dios
  10. Intibucá
  11. Islas de la Bahía
  12. La Paz
  13. Lempira
  14. Ocotepeque
  15. Olancho
  16. Santa Bárbara
  17. Valle
  18. Yoro

Kelduávísingar

rætta
  1. http://www.digoo.info/verden/2010/08/Hva-bor-jeg-vite-om-Honduras.html
  2. http://www.mongabay.com/history/honduras/honduras-land_use_agriculture.html
  3. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-12-20. https://web.archive.org/web/20101220024638/http://www.internationalreportingproject.org/stories/detail/509/. Heintað 2011-12-27. 
Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 14°38′0″N 86°49′0″W / 14.63333°N 86.81667°W / 14.63333; -86.81667