Nothing Special   »   [go: up one dir, main page]

Fótbóltur er ein ítróttargrein, har tvey lið við ellivu leikarum stríðast fyri at skjóta flest mál ímóti hvørjum øðrum. Fótbóltur er tann ítróttargrein, ið flest fólk í øllum heiminum hyggja at, og hann er liðítróttin, ið flest íðka.[1] Vit spæla fótbólt við tí runda bóltinum - evropeiskur fótbóltur, - men í amerikonskum fótbólti brúka teir ein avlangan bólt. Rugby-leikarar brúka eisini avlangan bólt. Hesin fótbóltur, rugby, verður mest leiktur í Avstralia, Nýsælandi, og Stórabretlandi. Fótbóltur, sum vit vita um hann hann í Føroyum, verður leiktur á altjóða stigi í fleiri enn 209 londum í 2014.[2] Heimsmeistara-kappingar eru fjórða hvørt ár, og í ymsu heimspørtunum eru á hvørjum ári meistarar og steypvinnarar í hesum kappingum. Fótbóltur er olympisk ítróttargrein, men nú eru bara U-21 liðini í hesari kappingini. Evropeiskur fótbóltur er sprottin úr einum bóltspæli, sum varð leikt í Bretlandi í miðøld. Tað var eitt sera harðligt spæl og í 15. øld varð tað bannað.

Fótbóltur

Í evropeiskum fótbólti eru 11 leikarar á hvørjum liðnum. Ein bretsk nevnd ger reglurnar, og henda nevndin hevur sitið síðan 1885.[3][4] Í spælinum skal fótbólturin verða skotin í málið hjá mótstøðuliðnum, men bara við fótunum, kroppinum ella høvdinum. Einasti leikari, ið kann brúka hendurnar, er málmaðurin. Ein dystur eru tveir hálvleikir, sum eru 45 minuttir hvør. Steðgurin er 10-15 minuttir. Ein dómari stýrir dystinum, og tveir linjuverjar hjálpa honum. Liðið, ið fær flest mál, vinnur.

Fyrsta føroyska fótbóltsfelagið var TB, stovnað 13. mai í 1892.[5]

Vøllurin

rætta

Evropeiski fótbóltsvøllurin er vanliga snøgt kliptur grassvøllur, 50-90 metrar breiður. Tó at teir kunnu vera ymiskir til breiddar og longdar, eru málteigur og brotsteigur og miðringurin altíð eins stórir. Málini eru 2,444 m. høg og 7,32 m. breið.[6]

 
Evropeiskur fótbóltsvøllur.

Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta

Kelduávísingar

rætta
  1. https://snl.no/fotball
  2. https://snl.no/fotball
  3. https://web.archive.org/web/20070422035010/http://access.fifa.com/en/history/history/0,3504,3,00.html
  4. http://www.fifa.com/aboutfifa/organisation/ifab/aboutifab.html
  5. http://www.ovguide.com/tb-tvoroyri-9202a8c04000641f8000000006b90302
  6. http://www.britannica.com/EBchecked/topic/550852/football
Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið