Nothing Special   »   [go: up one dir, main page]

Jump to content

Belis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Belize
Belis
Flagg Belis
(Flagg Belis)
Skjaldarmerki Belis
(Skjaldarmerki Belis)
Tjóðarslagorð: Under the Shade I Flourish
Tjóðsangur: Land of the Free
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Belmopan (13,400 íbúgvar)
Kongur
Governor General
Charles III kongur
Froyla Tzalam
Forsætisráðharri Johnny Briceño
Fullveldi 21. september 1981
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
22,966 km²
0.7 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
327,719
14,3/km²
Gjaldoyra Belize dollar (BZD)
(2 BZD svara til 1 USD)
Tíðarøki UTC -6
Økisnavn á alnetinum .bz
Telefonkota +501

Belis (enskt: Belize) er eitt land í Miðamerika við mark ímóti Guatemala og Meksiko. Høvuðsstaðurin í Belis eitur Belmopan. Almenna málið í landinum er enskt, men fólkið í Belis er ættað úr mongum londum - har eru karibar, afrikanar, mayar, ásiatar og evropear - og mong fólk tosa kreólskt ella afrikonsk mál. Karibiskur matur og tónleikur er væl dámdur, og landið er viðgitið fyri sítt fjølbroytta og nógva dýralív.

Belis er bæði gamalt og nýtt land. Gamlar torftir eru víða um í landinum og eru dømi um gomlu mayamentanina. Landið fekk frælsi í 1981. Í mong ár var Belis bretskt hjáland ("Bretska Honduras"); tað einasta í Miðamerika.

Í 1961 var hervilig ódn og øgiligur uppgangur í høvuðsstaðnum, Belisbýi, úti við strondina, og hann fór illa. Í 1970 varð farið at byggja nýggjan høvuðsstað, Belmopan, 80 km inni í landinum, tí at har var tryggari. Belisbýur er enn størsti býur í landinum, men alt fleiri og fleiri fólk flyta til Belmopan, og nógvar vinnufyritøkur verða eisini fluttar hagar.

Rósuviður, mahogni og annar úrdráttur úr skóginum, m.a. chicle, nýtt sum ráevni til tyggigummi, og kapokk, ið er silkibummull, úr tí ovurstóra Ceiptrænum, hava stóran týdning í búskapi landsins. Sama er við aldinfruktum, sum verða nógv dyrkaðar. Men landbúnaðurin er avmarkaður, tí at stórur partur av regnskóginum er friðaður, av tí at har eru nógv sjáldsom dýr og nógvar sjáldsamar plantur.

Uttanlandshandil

[rætta | rætta wikitekst]

Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2007, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook Archived 2013-05-13 at the Wayback Machine:

Útflutningur Innflutningur
1. USA USA 28.7 % USA USA 31.2 %
2. Stóra Bretland Bretland 16.3 % Meksiko Meksiko 13.6 %
3. Teiland Teiland 5.8 % Kuba Kuba 8.5 %
4. Fílabeinsstrondin Fílabeinsstrondin 5.4 % Guatemala Guatemala 8.0 %
5. Finnland Finnland 4.2 % Russland Russland 4.6 %
6. Spania Spania 4.0 %

Djóra- og plantulív

[rætta | rætta wikitekst]
Ferðavinnan er 15% av inntøkum landsins. Eini 63,000 fólk í Belis arbeiða í ferðavinnuni.

Í skógunum er satt dýrameingi. Og mong dýr, sum eru í vanda fyri at verða týnd, liva eisini í regnskógunum í Belis, til dømis jaguarur, tapirur, brølapa og nasabjørn. Firvaldar og ymsir tropufuglar flúgva træ av træi. Og har eru 250 ymisk børkubóndasløg; ímillum teirra svarti børkubóndi, ið er tjóðarblóma í Belis.

Landalæra

[rætta | rætta wikitekst]

Helmingurin av Belis er tættur tropuregnskógur.

Fram við strondini í Belis er eitt 290 km langt korallriv við nógvum sandgrynnum og oyggjum. Tað er næstlongsta korallriv í heiminum - bara Korallrivið Mikla í Avstralia er longri, har eru skjaldbøkur, sjónotur og tindhummari og mong føgur tropufiskasløg. Hagar koma kavarar úr øllum heiminum at kava í klára, flógva sjónum.

Ódnir og vatnflóð elva mangari til stóran skaða við strondina í Belis. Tí hava teir bygt nýggjan høvuðsstað, Belmopan, longri inni í landinum. Gamli høvuðsstaðurin, Belisbýur, er dygst úti við strondina.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið